Ukrainski venjarin hevði koronu

Ukrainski venjarin hevði koronu
Mett varð kortini, at eingin vandi var fyri, at venjarin hevði smittað spælararnar, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. 
Hóast ukrainski venjarin fekk staðfest koronu, varð ikki hildið, at nakar vandi var á ferð, og dysturin millum Ukraina og Føroyar varð spældur sunnudagin sum ætlað
 
16.03.2021 - 13:00

Tá ukrainska landsliðið kom til Vágar fríggjadagin, fekk venjarin staðfest koronu.

Kortini spældi landsliðið móti føroyingum sunnudagin.

Tað varð mett, at eingin vandi var fyri, at venjarin hevði smittað spælararnar, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. 

Einki samband

Tætt samband hevur ikki verið millum venjaran og spælararnar, sum hann hevur kunnað smittað, sigur Lars Fodgaard Møller.

Smittaði landsliðvenjarin sat fyri seg sjálvan í flogfarinum, og tí er heldur eingin annar koyrdur í sóttarhald í sambandi við, at hann fekk staðfest koronu.

Lars Fodgaard Møller vil ikki siga, um spælararnir hava havt samband við venjaran, áðrenn farið var í flogfarið.

Landslæknin sigur, at hann vil ikki gera viðmerkingar til einstøk mál

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585