Stjórnarflokkurin í Týsklandi stóra afturgongd

Stjórnarflokkurin í Týsklandi stóra afturgongd
Tað sær svart út hjá nýggja formanninum í CDU, Armin Laschet, at gerast samveldiskanslari eftir Angelu Merkel, sum gevst í politikki í heyst
Armin Laschet liggur framvið at gerast kanslari í Týsklandi, men eftir landspartavalini í gjár eru útlitini nógv versnað
Mynd: Der Spiegel  
 
15.03.2021 - 09:23

Tað gekst ikki væl hjá týska stjórnarflokkinum, CDU, á lansdspartavalinum í Baden-Württemberg og Rheinland-Pfalz í gjár.

Flokkurin, sum hevur verið sterkur í báðum landspørtunum, fekk ikki meir enn fjórðuhvørja atkvøðu, og tí stóra afturgongd.

Tað gjørdist ein vánalig byrjan hjá nýggja formanninum í CDU, Armin Laschet, sum hevði vónað eitt gott úrslit, so hann kundi gerast samveldiskanslari seinni í ár, tá Angela Merkel gevst í politikki.

Hann varð valdur til formann í fjør, og skuldi føra flokkin á mál á fleiri valum í ár.

Sær svart út

Seinasta valið verður í landinum í september, og tá hevði Lanchet vónað  at kunna taka við eftir Angelu merkel.

Men eftir landspartavalini í gjár, sær svart út hjá nýggja formanninum í CDU.

Gongdin hevur verið vánalig hjá CDU leingi. M.a. hava fólk funnist at handfaringini av koronatiltøkunum, sum Angela Merkel hevur staðið fyri, og herfyri kom fram, at tveir týðandi politikarar í flokkinum hjá Merkel hava havt stóran vinning av at selja maskur til sjúkrahús og ellisheim í Týsklandi.

Tað fekk bikarið hjá veljarunum at renna yvir, pg tað revsaðu tey flokkin hjá Merkel fyri, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585