Rebekka Skaale

 
13-03-2021
biitGrein
P3
Stjal stílin
Rebekka Skaale
Rebekka arbeiður í eini vøggustovu, dámar væl at matgera og at drekka kaffi saman við vinkonunum. Eisini gongur hon høgt upp í sín klædnastíl.
Annika Dalsgaard

Hvussu vildi tú lýst tín klædnastíl við 3 orðum?

Gentuligur, litríkur og skiftandi.

Hvar finnur tú íblástur til tín klædnastíl?

Eg fái íblástur til mín klædnastíl ymsa staðni frá. Eitt nú frá influensarum á netinum. Eisini fái eg íblástur frá fólki rundan um meg, úr klædnahandlum og úr nærumhvørvinum, ið eg ferðist í til dagligt.

 

 ‘’Tað er stuttligt at síggja, hvussu ymiskt fólk klæða seg og seta klæðir saman við smyrsli, hári, smúkkum og tílíkum.’’ sigur Rebekka.

 

Hvat eru trý ting, ið tú altíð hevur í lummunum/taskuni?

Pengamappu, neglatól og hándspritt.

 

Hvar dámar tær best at keypa klæðir?

Eg keypi mest klæðir í SMS, annars keypi eg klæðir tá eg ferðist, og av og á í endurnýtsluhandlum.

 

Hvat er títt yndis plagg?

Eg havi so nógv pløgg, ið eg eri glað fyri, tó gangi eg í løtuni serliga nógv í mínum ljósabrúna hettutroyggju- og buksusetti frá Jacqueline de Yong. Tað er fjálgt og mjúkt at vera í, og samstundis ómakaleyst at fáa at síggja gott út.

 

Hvat er eitt plagg/tilhoyr, ið hevur serligan týdning fyri teg?

Ein smúkka, ið eg eri sera glað fyri, er mín vakri silvurringur, ið hevur eitt krosskastað snið. Eg eri glað fyri hann, tí at eg fekk hann í gávu frá sjeikinum, ið sjálvur hevði valt og keypt ringin. Og so er ringurin bara so elegantur.

Hvørji eru tíni ráð til onnur, ið ynskja at finna sín egna klædnastíl?

Lat teg í klæðir, ið gera teg glaða/n. Nýt litir, ið tær dámar, og klæðir tú kennir teg væl í. Royn at lata verða við at hugsa um, hvat onnur halda, tí tað, ið hevur størstan týdning, er at tú sjálv/ur er glað/ur!

 

 

#e6baf9
Í øðrum parti av Biit & Chill ummæla Hanna og Vilhelm nýggja føroyska dokumentarfilmin Skál
Publish:
29-04-2021
Poddvarp
123635
P2
Vit fylgja Ikai á og aftanfyri pallin til triðja umfar av tónleikakappingini Sement 2021
Publish:
29-04-2021
Video
123602
P4
INNUM snýr seg um Miliu Egilsnes Anda og Erling Mørkøre, har vit sleppa innum í teirra hektiska gerandisdag
Publish:
27-04-2021
Video
123507
P4
Vit fylgja Joe & The Shitboys á og aftanfyri pallin til annað umfarið av tónleikakappingini Sement 2021
Publish:
27-04-2021
Video
123482
P3
Biit & Chill er nýggi poddurin, har vit ummæla filmar og røðir. Í fyrsta partinum hyggja vit at og ummæla Delete Me
Publish:
26-04-2021
Poddvarp
123430
P1
INNUM snýr seg um Miliu Egilsnes og Erling Mørkøre, har vit sleppa innum teirra hektiska gerandisdag.
Publish:
23-04-2021
Video
123210
P2
Vit fylgja Marius DC á og aftanfyri pallin til fyrsta umfarið av tónleikakappingini Sement 2021
Publish:
22-04-2021
Video
123176
P2
Í fyrsta parti vilja vit læra hvønn annan at kenna! Hvørjar eru vit? Hvat gera vit? Hvat er SENDNUDES fyri ein poddvarpsrøð?
Publish:
16-04-2021
Poddvarp
122919
P1
Eg eiti Joenna Finnsdóttir, eg eri 16 ár og eg eri trúgvandi. Eg havi gingið á møtið síðani eg var smágenta, og eg gangi enn á møti, tí eg elski tað
Publish:
12-04-2021
Grein
122710
P3
Fólk hava tørv á at gera fleiri góðar gerðir, eftirsum korona hevur verið ein svár tíð fyri mong
Publish:
21-03-2021
Video
121844
Tóki hevur hugt eftir Degi og viku, tá tey vístu fólk, sum stóðu á skí á Sornfelli
Publish:
16-03-2021
Video
121676
P3
Eg eiti Gunnvá, eg eri 16 ára gomul og gangi í 9. flokki í Havn. Í frítíðini venji eg flogbólt, hip hop og arbeiði eitt sindur í Sheep
Publish:
12-03-2021
Grein
121499
P2