Fer kanska at stilla uppaftur

Fer kanska at stilla uppaftur
Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, helt sína fyrstu røðu í gjár, síðani hann fór úr Hvítu húsunum
Donald Trump hevur hildið sína fyrstu røðu, síðani hann fór frá sum forseto
 
01.03.2021 - 08:58

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, róði framundir í einari røðu, sum hann helt í Orlando á einum politiskum fundi í gjár, at hann møguliga fer at stilla uppaftur til forsetavalið í USA.

Hetta er fyrsta stóra røðan, sum Donald Trump hevur hildið, síðani hann fór frá sum forseti í USA, skrivar Ritzau.

- Hvør veit, kanska komi eg aftur fyri at vinna á teimum fyri triðju ferð, segði Trump.

Trump vann forsetavalið í 2016, og hann heldur eisini fast við, at hann vann valið í november í fjør. Valmyndugleikarnir í USA hava tó víst hesum aftur.

Donald Trump vísir samstundis aftur, at hann fer at stovna nýggjan flokk.

- Tað vildi verið býttiskapur at býtt atkvøðurnar millum republianska flokkin og ein nýggjan flokk, segði Trump.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585