Vaktarfólk í týningarlegu tvingsilsflutt úr USA

Vaktarfólk í týningarlegu tvingsilsflutt úr USA
Ein 95 ára gamal maður, sum var vaktarfólk í týningarlegu hjá nasistunum, og sum hevur búð í Tennessee, er tvingsilsfluttur til Týsklands
Friedrich Karl Berger (1959)
Mynd: Amerikanska løgmálaráðið  
 
27.02.2021 - 18:20

Hann varð tvingsislfluttur úr USA seinasta vikuskifti, skrivar NBC-news.

Í februar í fjør avgjørdi immigratiónsdómarin í Memphis í USA, at Friedrich Karl Berger skal vísast úr USA, tí hann hjálpti nasistunum, tá hann arbeiddi sum vápnað vaktarfólk í Neuengamme-týningarleguni í Týsklandi. Tað skrivar amerikanska løgmálaráðið í tíðindaskrivi.

Sambært dómaranum, arbeiddi Berger í Meppen-partinum av týningarleguni, har russarar, jødar, pollendingar, týskarar og fraklendingar vóru hildnir til fanga. Dómarin sigur, at umstøðurnar hjá fangunum vóru ræðuligar, og teir vóru noyddir at arbeiða til teir doyðu av máttloysi, stendur í fráboðanini.

Ómenniskjaligar umstøður

Legan tók sær av fangum fram til mars 1945, og Friedrich Karl Berger hjálpti tá við at flyta fangarnar til eina aðra legu, staðfestir rætturin. Tað tók tvær vikur at flyta fangarnar, og tað var gjørt undir ómenniskjaligum umstøðum, og meira enn 70 fangar doyðu, sigur embætisfólk.

Bergur játtaði undir rættarfundinum í Memphis, at hann forðaði fangunum í at flýggja, at hann ikki bað um at verða fluttur úr starvinum og at hann framvegis fær pensjón úr Týsklandi fyri krígstænastu sína, siga amerikonsk embætisfólk.

Berger undrast

Monty Wilkinson, advokatur, sigur, at Berger verður tvingsilsfluttur, tí USA er ikki trygt tilhaldsstað hjá teimum, sum hava luttikið í nasistiskum brotsverkum. 

Berger hevur búð í USA síðani 1959.  Hann segði í samrøðu við The Washington Post í fjør, at hann var 19 ára gamal, tá hann var vaktarfólk, og var noyddur at arbeiða í leguni.  - 75 ár seinni er hetta láturligt. Eg trúgvi tí ikki. Eg skilji ikki, hvussu hetta kann bera til í ein landi sum hesum. Tit noyða meg út úr mínum heimi, segði hann við The Washington Post.

Sá einki dráp

Myndugleikarnir í Hessen-landspartinum tók ímóti Berger og hann var avhoyrdur beint sum hann kom til Týsklands, skrivar ABS News.

Berger hevur upplýst fyri amerikonsku myndugleikunum, at hann arbeiddi í nakrar fáar vikur stutt fyri at Seinni heimsbardagi endaði, og hann sá hvørki ágang ella dráp har.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672