Skeivleiki í skattalógini rættast

Skeivleiki í skattalógini rættast
Ein frádráttur til fólk, sum eru eldri enn 67 ár, datt burtur av misgáum á nýggjárinum
 
26.02.2021 - 15:41

Ein skeivleiki í skattalógini, sum er komin í lógina av mísgáum, skal rættast. Fólk, sum eru 67 ár ella eldri, og sum ikki fáa fólkapensjón, fáa frádrátt í landskattinum.

Men sambært lógini, sum hon nú er orðað, datt hesin frádráttur burtur á nýggjárinum. Tað skuldi hann ikki. Og tí er brúk fyri lógarbroyting fyri at hesi fólk framhaldandi fáa frádráttin.

Fólk, sum eru fylt 67 ár, fáa hækkaða frádráttin í kommunuskattinum og landsskattinum, sum kom í gildi á nýggjárinum.

Sambært galdandi lóg fáa bara tey, sum eru fødd eftir 1. januar í ár, hendan frádrátt. Øll skulu fáa hann. Ætlanin er at broyta lógina soleiðis, at kemur í gildi á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851