Ferðafólk skulu gjalda fyri koronukanningar

bannari
Ferðafólk skulu gjalda fyri koronukanningar
Ætlanin var annars, at lógin um gjaldið skuldi fara úr gildi 1. apríl
Ferðafólk, ið koma til Føroya, skulu gjalda fyri koronukanningar ált hetta árið
 
26.02.2021 - 06:30

Ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu gjalda 312 krónur fyri koronukanning alt hetta árið. Ætlanin var annars, at lógin um gjaldið skuldi fara úr gildi 1. apríl. 

Men nú mælir Fíggjarmálaráðið til, at hon varar heilt til nýggjárs. Tí kravið um koronukanning stendur við.  

Ferðafólk, sum eru 12 ár ella eldri, skulu tí gjalda 312 krónur alt hetta árið. Øll, sum eru komin til Føroya síðani 27. juni í fjør, eru kannað. 

Kanningarnar vóru ókeypis

Fyrst vóru hesar kanningar ókeypis hjá ferðafólkum. Men síðani 1.oktober eru kravdar 312 krónur fyri hvørja kanning. 

Um Farsóttarnevndin sleppur kravinum um kanning, verður avgjaldsskeiðið stytt samsvarandi tí, sigur Fíggjarmálaráðið.

Inntøkan hjá landskassanum er góðar tríggjar milliónir krónur um mánaðin, um 10.000 fólk ferðast um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858