Víkingaskip og neyst kosta 17 milliónir

Víkingaskip og neyst kosta 17 milliónir
Pengar verða ikki latnir úr landskassanum, fyrr enn víst verður á, hvussu ætlanin er at fíggja verkætlanina, sigur landsstýrismaðurin
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Beintu Løwe um ætlaða víkingaskipið í Hovi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2021 - 09:06

Felagið Víkingaskip í Hovi kann ikki vænta sær nakrar pengar úr landskassanum til bygging, fyrr enn felagið vísir á, hvussu ætlanin er at útvega 17 mió. kr. til at byggja víkingaskip og neyst.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu.

Felagið Víkingaskip fekk 150.000 kr. úr landskassanum í 2019.

Kunnu brúka pengar til fyrireiking

Ætlanin var at brúka stuðulin, kr. 150.000, sum var settur av í fíggjarlógini í fjør til at byggja eina smiðju at smíða seym til víkingaskipið.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur boðað felagnum Víkingaskip frá, at ráðið heldur ikki, at grundarlag er fyri at fara undir at byggja, tá felagið ikki kann vísa á, hvussu ætlanin er at fíggja tær 17 mió. kr., sum verkætlanin er mett at kosta. 

Men ráðið hevur eisini boðað frá, at stuðulin, sum er í fíggjarlógini 2020, kann verða goldin út, um hann verður brúktur til at fyrireika verkætlanina í Hovi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819