Send okkum tín spurning til fiskivinnukjakið

Send okkum tín spurning til fiskivinnukjakið
Hvat hendir við ætlaðu veiðigjøldunum og hvussu høg er gáttin, at koma inn í føroysku fiskivinnuna? Send okkum tín spurning her
 
24.02.2021 - 17:00

Evnini “Veiðigjøld” og “Vegurin inn í vinnuna” er tað, sum stendur á skrá í einum kjaki í aulini á Skúlatrøð í kvøld frá klokkan 19 til 20:30.

Send okkum tín spurning niðan fyri her.

Vanliga verður skipað fyri Torradøgum í Klaksvík hesa ársins tíð og sum fiskivinnukjakið er partur av. Í ár eru Torradagarnir tó avlýstir, men skipað verður fyri kjakinum kortini. Munurin er, at eingir áskoðarar eru, men tú kanst seta fólkunum í panelinum spurningar her.

13 fólk eru við í kjakinum, bæði politikarar, vinnulívs- og fakfelagsfólk. Øll verða ikki í panelinum samstundis, tí kjakpanelið verður skift út so líðandi. Alt eftir, hvat kjakið snýr seg um. Jón Brian Hvidfeldt er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887