Alt í lagi á 12 fiskavirkjum

Alt í lagi á 12 fiskavirkjum
Sum heild er reinhaldið á fiskavirkjum, sum gera vørur at flyta út, gott
21 flakvirki eru í Føroyum (tilvildarlig mynd).
 
21.02.2021 - 10:23

Sum heild er reinhaldið á fiskavirkjum, sum gera vørur at flyta út, gott.

Tað er niðurstøðan í einari kanning, sum Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni gjørdi í fjør heyst.

Niðurstøðan er tó eisini, at skrásetingar og innaneftirlit eru ikki altíð í lagi.

Í Føroyum eru 30 fiskavirki. 26 teirra blivu kannað, 19 flakavirki, tey eru 21, øll fýra uppsjóvarvirkini blivu kannað og trý av fýri laksavirkjum. 

12 virki fingu onga viðmerking frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, har vóru øll viðurskifti í lagi.

Fyrisitingarlig boð

Fýra virki fingu fyrisitingarlig boð, sum merkir, at nøkur viðurskifti ikki luku lógarkrøvini og hesi skulu lúkast alt fyri eitt.

19 áminningar vóru latnar 12 virkjum.

Á 85 prosentum av virkjunum var alt í lagi.

Fýra prosent høvdu so nógvar manglar, at reinhaldið ikki var í lagi.

Hini virkini høvdu onkrar manglar.

Ikki altíð samsvar

Átakið hjá Heilsufrøðiligu starvstovu staðfesti, at ikki alla staðni eru mannagongdir og skrásetingar í lagi. 

Samsvar var til dømis ikki altíð millum tað, sum virkið lýsir í innaneftirlitinum, og tað, sum verður gjørt. 

Eisini varð staðfest, at 65 prosent av virkjunum gera tær bakteriulogisku reinhaldskanningar, sum eru álagdar.

12 prosent hava als ikki gjørt reinhaldskanningar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652