Øll skulu vera koppsett í summar

bannari
19.02.2021 - 14:38
AktueltHeilsa
Øll skulu vera koppsett í summar
Tilsamans 5.355 fólk eru koppsett, og heilsumyndugleikarnir lata væl at
Koppsetingarbólkurin ætlar, at allir føroyingar skulu vera koppsettir fyri koronu um mánaðarskiftið juni/juli
 

Allir føroyingar skulu vera liðugt koppsettir fyri COVID-19 um mánaðarskiftið juni/juli.

Tað ætlar koppsetingarbólkurin hjá heilsumyndugleikunum, ið hevur gjørt eina støðulýsing av gongdini frá 30. desember í fjør, til 17. februar í ár.

Nú eru tilsamans 5.355 fólk í Føroyum koppsett. 4.134 fólk eru koppsett fyrru ferð og 1.221 fólk seinnu ferð.

1.200-1.300 skamtar koma næstu dagarnar

Tey trý sjúkrahúsini fáa um vikuskiftið og mánadagin 1.200 - 1.300 fleiri skamtar, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari við útvarpið.

Hesa fyrstu tíðina hevur dentur verið lagdur á at koppseta heilsu- og røktarstarvsfólk, búfólk á ellis- og røktarheimum og sjúklingar í serligum vandabólkum og avvarðandi teirra.

Samanumtikið hevur koppsetingin í Føroyum gingið skjótt, undirtøkan hevur verið góð og gagnnýtslan av koppingarevni hevur verið góð, siga heilsumyndugleikarnir í støðulýsing.

Sí støðulýsingina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. apríl
RagnarRokk 22.apríl "Jorn Lande"
122921
Hósdag 22. apríl
BREDDIN
123177
Hósdag 22. apríl
Nón 22. apríl 2021
123174
Hósdag 22. apríl
Mono: Sangleikir (1:5)
123165
Hósdag 22. apríl
Jazzofonin 21. apríl
123160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. apríl
3-2
123045
Sunnudag 18. apríl
Andakt við Beintu Áargarð
122973