Nýtt slag av koronuvirusi funnið í Noregi

Nýtt slag av koronuvirusi funnið í Noregi
Nýggja slagið minnir um bretska og suðurafrikanska frábrigdið
 
18.02.2021 - 16:10

Eitt nýtt slag aftrat av koronuvirusi er nú staðfest í Noregi, skrivar NRK.

Nýggja slagið, sum varð staðfest í gjár, minnir um bretska og suðurafrikanska slagið. Higartil eru umleið 10 tilburðir funnir. Slagið verður nevnt B.1.525.

- Vit vita ikki stórvegis um hetta frábrigdið enn, og heldur ikki, um hetta virusið smittar verri sløgini, vit kenna frammanundan, sigur Line Vold, deildarleiðari í norska heilsustýrinum, við NRK.

Sama slagið av koronasmittuni er eisini staðfest í Bretlandi, Danmark og í USA.

Hvørja ávirkan tað fær á sjúkugongdina, er ikki greitt enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819