Talgildu Føroyar átta milliónir aftrat

Talgildu Føroyar átta milliónir aftrat
Útreiðslurnar til verkætlanina hækka úr 145 milliónum krónum upp í 153 milliónir
Pengarnir skulu m.a. brúkast til at gera nýggja heildarætlan fyri Talgildu Føroyar og menna fleiri tænastur á Vanganum
 
17.02.2021 - 08:52

Nú verður biðið um fleiri pengar til Talgildu Føroyar.

Uppskot er komið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um at hækka játtanina átta milliónir krónur.

Útreiðslurnar til verkætlanina hækka úr 145 milliónum krónum upp í 153 milliónir.

Hetta er allur kostnaðurin, tá kommunur og partafeløg eru tald við.

Útreiðslurnar hjá landsstýrismanninum fara úr 85 upp í 93 mió. kr., tí 85 milliónir eru longu brúktar.  

Pengarnir skulu brúkast til at menna nýggja virkisskrá, gera nýggja heildarætlan fyri Talgildu Føroyar og menna fleiri tænastur á Vanganum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585