650.000 krónur til yrkisleiklist

650.000 krónur til yrkisleiklist
Landsstýrismaðurin hevur fylgt tilmælinum frá Leiklistaráðnum
opera.fo hevur fingið 130.000 krónur til eitt operaverk
Mynd: Høgni Heinesen  
 
15.02.2021 - 15:38

Seks verkætlanir fáa tilsamans 650.000 krónur í stuðli til yrkisleiklist. Tað er greitt, nú Mentamálaráðið hevur kunngjørt, hvør fær yrkisleiklistastuðul í ár.

Millum teirra, sum fáa stuðul til pallseting, eru eitt operaverk, "Ó - søgur um djevulskap," og ein serføroysk dansisýning.

"Ó" skal pallsetast

Størsta stuðulin fær listabólkurin Tvazz hjá Gunnvá Zachariasen, ið fær 180.000 krónur til at pallseta "Ó - Søgur um djevulskap" hjá Carl Johan Jensen.

Det Ferösche Compagnie fær 170.000 krónur, opera.fo fær 130.000 krónur til eitt verk, og ein dansiframførsla fær 100.000 krónur í stuðli.

Tað er Leiklistaráðið, ið hevur givið gevur Mentamálaráðnum tilmælið, sum landsstýrismaðurin hevur fylgt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652