Skal vera í varðhaldi fýra vikur aftrat

Skal vera í varðhaldi fýra vikur aftrat
Ákæruvaldið er farið at skriva ákærurit í málinum móti manninum, sum er skuldsettur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu
Ætlanin er, at málið skal koma fyri rættin, tá maðurin hevur sitið fýra vikur aftrat í varðhaldi
 
08.02.2021 - 13:06

Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu, skal sita fýra vikur aftrat í varðhaldi. Tað avgjørdi Føroya rættur fyrrapartin.

Ákæruvaldið bað um, at maðurin skal sita, tí vandi er fyri, at hann endurtekur tað, sum hann er skuldsettur fyri at hava gjørt.

Maðurin, sum er fyrst í 30-unum, varð í oktober í fjør handtikin í sambandi við, at løgreglan kannaði ferðafólk, sum komu til landið við Norrönu. 

Funnu rúsevni

Løgreglan fann rúsevni uppi á manninum, og hann varð tí handtikin. Telefon og telda hjá manninum vórðu kannað, og har fann løgreglan stórar nøgdir av barnaporno - av grovasta slag.

Revsingin fyri at senda øðrum slíkt tilfar er upp í seks ára fongsul.  Hevur hann ikki sent øðrum tilfarið, er revsingin fyri at hava tað í varðveitslu eitt árs fongsul, sama hvussu nógv og hvussu grovt tilfarið er.

Skriva ákæruritið

Maðurin er eisini skuldsettur fyri blygnaðarskemd, og fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn undir 12 ár. Kortini er talan ikki um samlegu. Og hann skal í tveimum førum hava tikið myndir av einum barni, meðan tað svav, og tí ikki kundi verja seg.

Løgreglan er komin undir land við kanningunum, og nú verður ákæruritið skrivað. Ætlanin er, at málið skal koma fyri rættin, tá hann hevur sitið fýra vikur aftrat.

Eydnast tað ikki, fer ákæruvaldið at biðja um, at maðurin verður verandi varðhaldsfongslaður, eisini eftir 8. mars, tá verandi varðhaldsfongsling fer úr gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585