Grøna orkan helvtina minni

Grøna orkan helvtina minni
El-framleiðslan hjá SEV úr vatni var helvtina minni í januar í ár enn januar í fjør
 
06.02.2021 - 13:10

El-framleiðslan hjá SEV úr vatni var helvtina minni í januar í ár enn januar í fjør. 
Orsøkin er liggjandi kavin og áhaldandi frostið, sigur Heri Mortensen, framleiðslustjóri í SEV. 

Januar í ár hevur verið serliga kaldur - tann kaldasti januar síðani 1994, sambært Hanusi Kjølbro, veðurserfrøðingi.
Og tað merkir SEV væl, sigur Heri Mortensen, framleiðslustjóri í SEV. 

Í januar í ár framleiddi SEV 9,5 gigawatt-tímar úr vatni, meðan í januar í fjør var el-framleiðslan úr vatni 18,3 Gigawatttímar. 
Í januar í ár framleiddi SEV hinvegin 32 GWT úr tungolju. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652