2.800 bilar færri koyra gjøgnum Sundalagið

2.800 bilar færri koyra gjøgnum Sundalagið
Umleið 2.800 bilar færri koyra gjøgnum Sundalagið nú samanborið við áðrenn Eysturoyartunnilin lat upp
 
04.02.2021 - 17:59

Tað vísa ferðslutøl hjá Landsverki, sum ger ferðsluteljingar eitt nú við Norðskálatunnilin, við Áir og á Sundi.

Tølini vísa, at fyrstu vanligu arbeiðsvikuna í november í fjør koyrdu í miðal 5.359 bilar í Norðskálatunnilinum hvønn dag. Seinastu arbeiðsvikuna í januar í ár, tað vil siga eftir at Eysturoyartunnilin lat upp, minkaði miðaltalið niður í 2.556 bilar. Munurin er 2.803 færri bilar. 

Tølini vísa eisini, at fyrstu vanligu arbeiðsvikuna í november í fjør koyrdu í miðal 5.917 bilar við Áir hvønn dag. Seinastu arbeiðsvikuna í januar í ár, tað vil siga eftir at Eysturoyartunnilin lat upp, er miðaltalið 3.094 bilar. Tað vil siga ein munur á 2.823 bilar.

Ferðslutølini fyri sama tíðarskeið á Sundi vísa, at har er ferðslan farin úr 9.222 bilar um dagin niður í 6.757 bilar um dagin. Tað svarar til 2.465 færri bilar.

Ongar upplýsingar

Leiðslan í Eysturoyartunlinum vil ikki upplýsa ferðslutølini í nýggjasta undirsjóvartunlinum, men vit kunnu ganga út frá, at teir á leið 2.500 - 2.800 færri bilarnir, sum koyra gjøgnum Sundalagið, nú nýta Eysturoyartunnilin ístaðin.

Fyrstu arbeiðsvikuna í januar, frá mánadegnum 4. til fríggjadagin 8. januar, var ókeypis at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin. 

Ferðslutølini við Norðskálatunnilin vísa, at 1714 bilar koyrdu í gjøgnum í miðal um dagin hetta tíðarskeiðið. Samanborið við seinastu vikuna í januar, tá ið tað kostaði at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilil, koyrdu í miðal 842 fleiri bilar um dagin í Norðskálatunlinum í mun til tíðarskeiðið, tá ið tað var ókeypis at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Ferðslutølini fyri sama tíðarskeið á Sundi vísa, at ta vikuna, tá ið tað var ókeypis at koyra í Eysturoyartunlinum, koyrdu 6.085 bilar í miðal um dagin á Sundi. Tað svarar til 672 fleiri bilar um dagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585