Góður prísur fyri íslendska lodnu

03.02.2021 - 09:00
AktueltVinna
Góður prísur fyri íslendska lodnu
Kiloprísurin var 6,90 kr. í okkara peningi
Norska uppsjóvarskipið Vendla fekk góðan prís fyri lodnuna, sum varð fiskað í íslendskum sjógvi
Mynd: Skipsrevyen  
 

Norskir fiskakeyparar kappbjóðaðu um lodnuna hjá norska uppsjóvarskipinum Vendlu, sum fekk lodnuna í íslendskum sjógvi um vikuskiftið.

Lastin, sum er 435 tons, er seld fyri 4,2 mió. norskar krónur, tríggjar milliónir krónur danskar. Kiloprísurin er 6,90 krónur danskar.

Hetta er nógv meira enn roknað varð við.

Lofoten Vik­ing í Værøy keypti lodnuna.

Kunnu fiska góð 3.000 tons

Føroysk skip sleppa at fiska 3.050 tons av lodnu í íslendskum sjógvi í vetur.

Norsk skip eiga 33.388 tons, tí íslendingar fáa tosk í Barentshavinum.  

Møguliga verður kvotan størri seinni í vetur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mai
Breddin
124186
Mikudag 12. mai
Nón 12. mai 2021
124183
Mikudag 12. mai
Góðan morgun Føroyar
124160
Mikudag 12. mai
Morgunlestur mikudagur 12. mai 2021
124014
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mai
Guðstænasta
124199
Hósdag 13. mai
Andaktin
124198
Mánadag 10. mai
3-2
124088
Sunnudag 9. mai
Andakt við Øyvindi Bjerkenes
124018
Sunnudag 9. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju.
124011