Framskunda fimleikarhøll í Klaksvík

01.02.2021 - 12:45
AktueltPolitikkur
Framskunda fimleikarhøll í Klaksvík
Spælilandið fer afturum í raðfestingini
Samgongan í Klaksvíkar býráð er samd um at framskunda fimleikarhøllina. Her er mynd av økinum, har rennibreytin skal vera.
 

Verkætlanin við fimleikarhøllini í Klaksvík verður framskundað, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík. 

Tað merkir, at ætlaða spælilandið fer afturum í raðfestingini. Avtala um hetta er eisini gjørd í sátt og semju við arbeiðstakaran, skrivar Klaksvíkar kommuna.

- Í samgonguni eru vit samd um, at umraðfestingin fer at gagna okkara borgarum, sum heilt vist fáa stóra gleði av eini nútímans fimleikarhøll, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Semja í samgonguni

Semja er í samgonguni í Klaksvíkar kommunu um, at fleiri pengar skulu setast av til fimleikarhøllina, tí umstøðurnar hjá fimleikafelagnum eru als ikki nøktandi, sigur Karl Johansen.

- Hóast farið er í gongd við at grava út fyri spælilandinum, so er hetta arbeiðið ikki gjørt til fánýtis, tí í fyrstu atløgu verður økið gjørt til parkering, sigur Karl Johansen.

Klaksvíkar kommuna skrivar, at samtykt er at gera uttandura vælveruøkið í svimjihøllini liðugt, samstundis sum rennibreytin verður tikin í brúk í heyst. 

Eisini verður sagt, at saman við menningini av stadionøkinum við Djúpumýru, sum fer at gera tað møguligt at spæla altjóða fótbóltsdystir í Klaksvík, so er alneyðugt, at fleiri parkeringspláss í økinum verða raðfest.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. apríl
Jambalaja 100421
122651
Leygardag 10. apríl
Morgunlesturin leygarmorgunin 10. apríl 2021
122311
Fríggjadag 9. apríl
Morgunlesturin fríggjamorgunin 9. apríl 2021
122310
Hósdag 8. apríl
RagnarRokk 8.apríl 2021
122286
Hósdag 8. apríl
RagnarRokk:Blaze Bayley um War Within Me
122285
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. apríl
í Luftini við KATA
122549
Mikudag 7. apríl
í Luftini við Son of Fortune
122548