Varðhaldsfongslaður í tvær vikur

Varðhaldsfongslaður í tvær vikur
Ein 24 ára gamal maður er í dag varðhaldsfongslaður í tvær vikur eftir grundlógaravhoyring fyrrapartin
 
23.01.2021 - 12:13

Tann 24 ára gamli játtaði seg lutvíst sekan og kærdi ikki avgerðina. Maðurin varð seinnapartin í gjár handtikin og skuldsettur fyri brot á narkotikalógina.

Í samband við húsarannsóknina heima hjá manninum, fann løgreglan 67 gram av amfetamini, umleið fimm gram av ketamini og fleiri aðrar tablettir.

Maðurin er varðhaldsfongslaður, meðan málið verður kannað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802