Felagsskapur talar at útihýsing

Felagsskapur talar at útihýsing
Journalistar uttan landamørk halda lítið um, at amerikanski forsetin er tveittur av sosialu miðlunum
 
20.01.2021 - 06:02

Altjóða felagsskapurin, Reporters Without Borders, finst hvassliga at, at amerikanski forsetin, Donald Trump, er útihýstur frá sosialum miðlum.

Allar hesar avgerðir hava privat feløg tikið uttan nakað løgfrøðiligt ella demokratiskt eftirlit, siga journalistar uttan landamørk í sambandi við, at Twitter 8. januar stongdi kontuna hjá Trump. 

Facebook, Instagram og Twitter hava útihýst Trump

Tjóðarting skipa lógarverkið fyri almenna pallin, og dómararnir handhevja lógarverkið, men nú hava privatar feløg tikið yvir leiðsluna, vísir felagsskapurin á.

Men teirra reglur eru ikki gjørdar eftir einum demokratiskum leisti, tær eru ikki gjøgnumskygdar, og tú kanst ikki kæra mál til dómstólin eftir at úrskurður er fallin. 

Hvørki marknaðurin ella privat áhugamál eiga einsamøll at skipa almenna rúmið á netinum, sigur felagsskapurin fyri journalistar uttan landamørk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585