- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa tilboð um ókeypis koppseting
20.01.2021 - 11:31
Aktuelt›Heilsa
Fáa tilboð um ókeypis koppseting
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu

Starvsfólkini á sjúklingahotellinum Tórshavn eru við í koppsetingini, sum región Hovedstaden skipar fyri
Sjúklingar, sum eru ávístir til viðgerðar uttanlands, og tey, sum fylja teimum, fáa tilboð um ókeypis koppseting móti koronu, áðrenn tey fara úr Føroyum.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenbeg, løgtingskvinnu. Hon spurdi eisini um tey, sum arbeiða á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.
Starvsfólkini á sjúklingahotellinum Tórshavn eru við í koppsetingini, sum región Hovedstaden skipar fyri. Tey blivu koppsett í síðstu viku, svarar landsstýrismaðurin.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV