Krevja 80 milliónir í endurgjaldi

Krevja 80 milliónir í endurgjaldi
Northwest Pelagic vil eisini hava 19.000 tons av uppsjóvarfiski fyri at hava mist veiðiloyvið
Northwest Pelagic átti Atlantsfarið, sum misti veiðiloyvið. Felagið fekk veiðiloyvið aftur í mars í fjør
 
19.01.2021 - 12:20

Fiskimálaráðið hevur nú fingið endurgjaldskravið frá Northwest Pelagic. Og tað er stórt, 80 milliónir krónur.

Harafturat koma 19.000 tons av uppsjóvarfiski, nógv tað mesta er svartkjaftur, hitt eru sild og makrelur.

Hetta er gjørt, tí felagið slapp ikki at bjóða á uppboðssølunum, sum vóru, sigur reiðarin, Jógvan Martin Ferjá Joensen.

Misti veiðiloyvið

Felagið misti veiðiloyvið í desember í 2016, tí Fiskimálaráðið segði, at útlendski eigaraskapurin í skipi felagsins, Atlantsfarinum, var ov stórur.

Málið endaði í rættinum, sum gav Northwest Pelagic viðhald. Felagið fekk tí veiðiloyvið aftur í mars í 2020.

Men tað hevur nú kravt endurgjald fyri mistan fiskiskap ta tíðina, felagið ikki hevði veiðiloyvi.

Fiskimálaráðið og Northwest Pelagic fara at hava fund um endurgjaldskravið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652