Símun Eliasen skal venja felagsliðið

Símun Eliasen skal venja felagsliðið
Símun Eliasen verður venjari hjá EB/Streymi/Skála hetta kappingarárið. Fyrrverandi hjálparvenjarin hjá landsliðnum skal menna unga, evnaríka liðið
Símun Eliasen hevur verið hjálparvenjari hjá landsliðnum við kvinnum
Mynd: FSF  
 
18.01.2021 - 21:09

Fyrrverandi hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum við kvinnum, Símun Eliasen, er nýggjur venjari hjá EB/Streymi/Skála. Tað boða feløgini frá mánakvøldið.

EB/Streymur/Skála endaði á aftasta plássi í Betrideildini í fjør, men fleiri av ungdómsliðunum hava staðið seg væl.

U18-genturnar hjá EB/Streymi/Skála vunnu greipuna, og U15-genturnar hjá Skála vunnu steypakappingina.

Hevur nógvar royndir

Símun Eliasen spældi í nógv ár í bestu mansdeildini og vann í 2007 steypakappingina við EB/Streymi.

Fuglfirðingurin hevur A-prógvið hjá UEFA, og hevur millum annað vant ÍF og 1. deild hjá HB.

Vit ynskja Símuni bestu eydnu við komandi avbjóðingunum og gleða okkum til eitt sera spennandi kappingarár, skriva feløgini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585