Týski stjórnarflokkurin nýggjan formann í dag

Týski stjórnarflokkurin nýggjan formann í dag
Limirnir í týska stjórnarflokkinum, CDU, skulu á talgildum landsfundi í dag velja nýggjan formann, nú Angela Merkel leggur frá sær.
 
16.01.2021 - 09:35

Angela Merkel hevur verið samveldiskanslari í nærum 16 ár, og hon hevur ongantíð verið so væl umtókt sum nú. Tó hevur hon gjørt av ikki at stilla upp aftur, og hon hevur tí eisini gjørt av at leggja frá sær sum forkvinna í CDU.

Tað verður ein maður, ið verður nýggjur floksformaður. Tí tað eru tríggir menn - allir oman fyri 55 ár - ið stilla upp til formansvalið í týska stjórnarflokkinum. Allir eru teir løgfrøðingar og allir tríggir eru úr týska landslutinum Nordrhein-Westfalen.

Armin Laschet er stjórnarforseti í Nordrhein-Westfalen. Hann hevur verið ein dyggur stuðul hjá Merkel og verður sagdur at vera eins semjusøkjandi yvir miðjásina í týskum politikki, sum Angela Merkel.

Friedrich Merz hevur verið ein av mótsøðumonnunum hjá Merkel í flokkinum. Hann er eisini ógvuliga væl umtóktur millum vanligu limirnar í flokkinum, og var eisini líka við at vinna formansvalið í 2018.

Robert Röttgen er fyrrverandi umhvørvismálaráðharri og formaður í uttanríkisnevndini í samveldistiginum. Hann sigur seg vilja nýmótansgera flokkin, men tað verður ikki væntað, at hann hevur góðar møguleikar at vinna valið.

Samveldiskanslari til 26. september

1.001 fólk hava fingið tillutað rætt at atkvøða á talgilda landsfundinum hjá CDU í dag, tá nýggjur floksformaður skal veljast.

Angela Merkel heldur fram sum samveldiskanslari til val hevur verið í Týsklandi tann 26. september. Tá skal CDU hava funnið eitt nýtt boð upp á ein samveldiskanslara. Og tað er ikki vist, at tað verður tann, ið vinnur formansvalið í dag. 

Tí valevnið til hendan sessin skal finnast saman við systurflokkinum CSU úr Bayern. Og her verður væntað, at Markus Söder, sum er stjórnarforseti í Bayern, hevur góðan møguleika. Hann er vorðin væl umtóktur í sambandi við handfaringina av koronakreppuni. CDU og CSU skulu í vár gera av, hvør verður nýtt valevni til týdningarmikla starvið sum týskur samveldiskanslari.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010