Dani royndi at smugla tvey kilo av hassji

Dani royndi at smugla tvey kilo av hassji
42 ára gamli maðurin varð handtikin á flogvøllinum í Vágum í gjár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
16.01.2021 - 20:21

Í gjár klokkan 16:43 fekk løgreglan fráboðan frá tollvaldinum á flogvøllinum í Vágum um, at teir høvdu steðgað einum 42 ára gomlum manni, ið royndi at smugla tvey kilo av hassji til Føroya.

Løgreglan handtók mannin klokkan 16:56 og skuldsetti hann fyri brot á narkotikalóggávuna. Í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag játtaði hann seg sekan.

Mentalkanning, sum er gjørd í Danmark, vísir, at maðurin ikki var egnaður til fongsulsrevsing. Tí fekk hann viðgerðardóm, sum er virkin í fimm ár. Hann kærdi ikki avgerðina, sigur løgreglan í tíðindaskrivi

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585