Nú flytur tunnilsfelagið

Nú flytur tunnilsfelagið
Latið verður upp á Heiðavegi 57 í Saltangará mánamorgunin
Skrivstovan hjá tunnilsfelagnum hevur verið í Havn øll árini, men mánamorgunin verður verður latið upp í Saltangará
 
15.01.2021 - 11:47

Tunnilsfelagið flytur nú langt um leingi til Saltangará. Mánadagin letur skrivstovan upp í nýumvældum hølum á Heiðavegi 57 í Saltangará.

Skrivstovan er stongd í løtuni, nú flutt verður. 

Tað hevur verið ein long tilgongd at flyta skrivstovuna hjá felagnum, sum umsitur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, úr Havn til Saltangará.

Í ólavsøkurøðuni í 2018 segði Aksel V. Johannesen, sum tá var løgmaður, at tunnilsfelagið skuldi flyta úr Havn til Runavíkar á nýggjárinum tá. 

Tann ætlanin bleiv tó av ongum.

Heldur ikki í 2020

Felagið skuldi so flyta á nýggjárinum 2020. Tað bleiv heldur ikki til veruleika.

Í august í fjør segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann, at felagið flytur í desember 2020.

Tað bleiv heldur ikki til veruleika, men mánadagin 18. januar flytur felagið.

Tunnilsfelagið hevur leigað ovastu hæddina á Heiðavegi 57, har millum annað Posta er.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964