Góðar 10 milliardir í lønum í fjør

Góðar 10 milliardir í lønum í fjør
Vøksturin var góð tvey prosent, og hetta er minsti vøkstur síðani 2013
Í fjør vórðu goldnar 3,85 milliardir krónur í almennu og privatu tænastuvinnunum
Mynd: Hagstovan  
 
14.01.2021 - 15:41

Í fjør vórðu 10,3 milliardir krónur goldnar í lønum, vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni.

Vøksturin er 2,1 prosent samanborið við árið fyri, og hetta er minsti vøkstur í lønargjaldingunum síðani 2013, tá hann var 1,3 prosent.

Í fjør fingu mannfólk tilsamans 6,4 milliardir krónur í lønum og konufólk 3,85 milliardir kr.

Lønarparturin hjá monnum var 62,5 prosent og hjá kvinnum 37,5 prosent.

Býtið er á leið tað sama sum í 2019.

60 prosent av lønargjaldingunum vóru almennu og privatu tænastunum, góð 19 prosent í fiskivinnu og aðrari tilfeingisvinnu, og 16,7 prosent vórðu goldin í lønum í byggivinnu og aðrari tilvirking. 

Meira sæst um lønargjaldingarnar í 2020 her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691