EM í borðtennis aftur útsett

EM í borðtennis aftur útsett
Evropameistaraheitið í borðtennis er útsett fyri triðju ferð, orsakað av koronustøðuni í luttakandi londunum
EM-kappingin í Vila Real í Portugal er aftur útsett
Mynd: btsf.fo  
 
14.01.2021 - 17:33

EM-kappingin í borðtennis, sum skuldi vera í Vila Real í Portugal 23. og 24. januar, er aftur útsett. Orsøkin er enn sum áður koronusmittan, skrivar Borðtennissamband Føroya.

EM var útsett tvær ferðir í fjør, og eisini triðju royndin er miseydnað. Millum annað gera ferðatilmælini hjá luttakandi londunum, sum eitt nú eru Føroyar, Ísland, Malta og Wales, tað nærum ógjørligt at hava kappingina.

Evropeiska borðtennissambandið boðar frá, at tað verður gjørd ein nýggj roynd at hava EM-kappingina í apríl ella mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584