Mentanarvirðislønir handaðar í kvøld

13.01.2021 - 08:50
Mentan
Mentanarvirðislønir handaðar í kvøld
Hátíðarløtan verður í Løkshøll í Runavík, og verður send bæði í útvarpi og sjónvarpi
Hanus G. Johansen fekk Mentanarvirðisløn Landsins í fjør
 

Klokkan sjey í kvøld fer landsstýrismaðurin í mentamálum at handa virðislønir til lista- og mentafólk. Jenis av Rana handar tríggjar virðislønir.

Mentanarvirðisløn Landsins verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Virðislønin er 150.000 krónur. 

Heiðursgáva Landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgávan er 75.000 krónur.

Handanin í kvøld ikki almenn

Triðja virðislønin er serstaka virðislønin, sum kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Serstaka virðislønin er 50.000 krónur.

Hesar somu virðislønirnar vórðu eisini handaðar í fjør. Tá fekk Hanus G. Johansen Mentanarvirðisløn landsins, Simme Arge Jacobsen fekk Heiðursgávu landsins og forlagið Leirkerið fekk serstøku virðislønina.

Hátíðarløtan verður í Løkshøll í Runavík klokkan sjey í kvøld. Vegna koronatilmælini verður tiltakið ikki alment, men tað verður tó sent beinleiðis, bæði í útvarpinum og sjónvarpinum.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. januar
Meg minnist: Pætur Rasmussen (3:4)
118903
Leygardag 23. januar
TEMAPLÁTAN: Van Halen, Van Halen, 1978
119342
Leygardag 23. januar
Ein váðafull bumbuferð
118473
Leygardag 23. januar
Jambalaja 230121
119338
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. januar
Guðstænasta
119351
Fríggjadag 22. januar
Lyst 34
119191
Hósdag 21. januar
Millum heimsins bestu bodybuildarar
119256
Mikudag 20. januar
Jørðin II 1 - Oyggjar
119181