Fomaður í VB: Vil hava stuðul fyri mistar inntøkur

Fomaður í VB: Vil hava stuðul fyri mistar inntøkur
Formaðurin í VB, Bogi Mortensen, heitir nú á landstýrið um at lata ítróttarfeløgum stuðul fyri mistar inntøkur seinna hálvár 2020
Bogi Mortensen vil hava stuðul fyri seinna hálvár 2020
 
10.01.2021 - 19:40

Bogi Mortensen, formaður í VB, biðjur nú landstýrið um stuðul fyri mistar inntøkur seinna hálvár 2021.

Hann vísir á, at tilmælini um, at størri tiltøk ikki skulu haldast, hava havt við sær stóran inntøkumiss fyri ítróttarfeløg.

 - Inntøkurnar frá hesum tiltøkum eru ein av grundarsteinunum undir rakstrinum og virkseminum hjá feløgunum. Um hesar inntøkur eru mistar, má virksemið skerjast munandi, skrivar Bogi Mortensen á sínum facebook-vanga.

Hann skrivar, at Vágs Bóltfelag metir, at inntøkumissurin seinna hálvár í fjør liggur um 100.000 krónur, og um eingi tiltøk kunnu haldast hetta hálvárið, verða aðrar 100.000 mistar.

Gongur útyvir virksemið

Formaðurin í VB sigur, at um gongdin heldur fram, og felagið ikki fær stuðul frá landinum, fer tað millum annað at ganga útyvir ungdómsarbeiðið.

 - Felagið hevur nú í fleiri ár havt løntar venjarar at standa á odda fyri ungdómsarbeiðnum saman við lokalum kreftum. Hetta má felagið velja frá, um tað ikki fær endurgjald fyri mistar inntøkur, skrivar Bogi Mortensen.

 - Í mun til Fíggjarlógina er talan um eina sera lítla upphædd, men fyri feløgini kann tað verða lív ella deyð.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718