Leiga eitt flogfar til Kanarisku oyggjarnar

Leiga eitt flogfar til Kanarisku oyggjarnar
Nú verða trý flogfør eftir í flotanum hjá Atlantsflogi
Í summar vera trý flogfør eftir í flotanum hjá Atlantsflogi.Tey eru øll eins og taka 174 ferðafólk
 
08.01.2021 - 15:45

Atlantic Airways og felagið Lattitude HUB SA á Kanarisku oyggjunum hava skrivað undir sáttmála um, at Lattitude HUB frá juni í ár langtíðarleigar síðsta flogfarið av slagnum Airbus A319 frá Atlantic Airways.

Leigutíðin er fýra ár, boðar Atlantsflog frá seinnapartin. Leigusáttmálin hevur við sær, at Airbus A319-flogfarið fer úr flotanum hjá Atlantic Airways í summar, og flogfelagið hevur tá trý flogfør eftir.

Felagið hevur eina tíð kannað møguleikar fyri at leiga út Airbus A319-flogfarið, ið er tað minsta av flogførunum.

Fer úr Føroyum í juni

Hóast altjóða flogvinnan er hart rakt við stórari og ógvusligari afturgongd í ferðafólkatølum, orsakað av koronufarsóttini, hevur eydnast at fáa leiguavtalu í lag við felagið Lattitude HUB SA á Kanarisku oyggjunum.

Lattitude HUB yvirtekur A319 flogfarið í juni, og leigutíðin er fýra ár. Felagið Lattitude HUB SA er nýtt felag, ið kanariska hotelfelagið AS Hotels saman við kanarisku stjórnini og flogfelagnum One Airways eiga.

One Airways fer at standa fyri rakstrinum av flogfarinum, ið ætlandi fer at styrkja um ferðavinnuna á oynni Tenerife. Frá í summar fer Atlantic Airways at hava trý Airbus A320 flogfør og tvær tyrlur av slagnum AW 139.

Tillaga flotan

Vit fegnast um leigusáttmálan við Lattitude HUB, ið ger tað møguligt at tillaga flotan til væntaða virksemið, tá koronufarsóttin hasar av, samstundis sum øll flogførini verða á somu stødd við 174 flogsetrum.

Tað ger tað lættari at leggja flogferðsluna til rættis, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, í tíðindaskrivi.

Atlantic Airways hevur flogið við Airbus 319 flogførum síðani mars 2012, tá fyrsta Airbus-flogfarið kom í flotan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887