Tveir næmingar á Glasi smittaðir

bannari
07.01.2021 - 15:34
AktueltHeilsa
Tveir næmingar á Glasi smittaðir
Rektarin væntar tó ikki, at smittan gongur á skúlanum, tí so skjótt varð atborið
Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, væntar ikki, at smittan hevur breitt seg á skúlanum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Í gjár varð staðfest, at tveir næmingar á Glasi, sum vórðu kannaðir,  hava fingið koronusmittuna.

Næmingarnir boðaðu sjálvir frá, at teir høvdu sjúkueyðkenni. Teir fóru til hús, og næmingarnir í báðum flokkum og lærararnir, sum teir smittaðu hava havt samand við, fóru eisini til hús.

Næmingarnir fylgja nú nú undirvísingini heima á teams, og teir skulu vera við hús í øllum førum til týsdagin. Næmingarnir í báðum flokkum skulu kanna seg aftur leygardagin og sunnudagin.

Steinbjørn Hardlei, rektari, væntar tó ikki, at koronusmitta gongur á Glasi, tí landslæknin hevur sagt, at av tí at so skjótt varð atborið, er lítið sannlíkt, at smittan hevur breitt seg.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mai
Breddin
123866
Mikudag 5. mai
Nón 5. mai 2021
123862
Mikudag 5. mai
Góðan morgun Føroyar
123834
Týsdag 4. mai
Breddin
123818
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 3. mai
3-2
123766
Sunnudag 2. mai
Hondbóltur: Føroyar - Russland
123696
Sunnudag 2. mai
Andakt við Bjørn Ove Froyseth
123691