Keypa meira mat og køksamboð

Keypa meira mat og køksamboð
Umsetningurin vaks 15 prosent í triðja ársfjórðingi í fjør
Umsetningurin í bólkinum, sum eitur matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur og í bólkinum húsbúnaður og húsarhaldsútgerð vaks 15 prosent í triðja ársfjórðingi í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.01.2021 - 14:47

Fólk keypa meira mat og amboð at brúka í køkinum og aðrastaðni í heiminum og fleiri klæði og skógvar nú í mun til fyri einum ári síðani.

Í triðja ársfjórðingi í 2020 vaks umsetningurin í bólkinum, sum eitur matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur og í bólkinum húsbúnaður og húsarhaldsútgerð 15 prosent samanborið við sama ársfjórðing í 2019. 

Umsetningurin í bólkinum klædnavørur og fótbúni vaks seks prosent. Eisini í øðrum ársfjórðingi vaks sølan, upplýsir Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819