Einki samstarv um ruskbrenning

06.01.2021 - 06:07
AktueltUmhvørvi
Einki samstarv um ruskbrenning
IRF og KOB verða ikki løgd saman kortini. Ikki í hesum valskeiðinum í hvussu so er
 

Í samstarvsskjalinum, sum Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í býráðnum í Tórshavnar kommunu almannakunngjørdi í gjár stendur stutt og greitt:

"Vit fara at fyrireika nýggja brennistøð, sum vit hava fult ræði á. Samanleggingarætlanin við IRF, sum fráfarni býráðsmeiriluti arbeiddi við, steðgar."

Á vári í 2018 heitti Tórshavnar kommuna á IRF um at kanna møguleikarnar fyri at Havnin gerst limur í IRF og hava somu rættindi og skyldur sum tær 28 limakommunurnar í IRF. 

Livitíðin 15 ár

Ætlanin var, at IRF og Tórshavnar kommuna skuldu leggja kunnandi uppskot fyri allar kommunur á heysti í 2018. Men tað varð av ongum.

Brennistøðin hjá Tórshavnar kommunu, KOB, varð bygd út í 2014. Brennistøðin hjá IRF varð umbygd í 2018. 

Livitíðin hjá støðunum er 15 ár frá tí, tær vórðu umbygdar og útbygdar. Tí er ætlanin at byggja nýggja felags brennistøð fyri alt landið, segði IRF í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. apríl
Óhoyrt
123085
Týsdag 20. apríl
LEITISSTEIN 19.04.2021
123084
Týsdag 20. apríl
Nón 20. apríl 2021
123082
Týsdag 20. apríl
Tempo
123072
Týsdag 20. apríl
Tempo
123071
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. apríl
3-2
123045
Sunnudag 18. apríl
Andakt við Beintu Áargarð
122973
Sunnudag 18. apríl
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
122971
Leygardag 17. apríl
Hondbóltur: VÍF - H71
122963
Hósdag 15. apríl
Tóki
122879