Endurgjaldslóg úr gildi

Endurgjaldslóg úr gildi
Í løtuni er eingin lógarheimild at lætta um fíggjarliga hjá teimum, sum keypa elbilar og hitapumpur
 
04.01.2021 - 07:37

Lógin fór úr gildi á nýggjárinum, og uppskotið um at leingja hana til 31. desember 2025 er enn í Fíggjarnevndina, sum fekk uppskotið 10. desember.

Talan er um lógina um at endurrinda meirvirðisgjaldið, tá fólk keypa elbil, hitapumpu ella byggja ella umbyggja ávísar leigubústaðir.

Markið er 70.000 krónur

Tey, sum keypa orkuvinarligan bil, kunnu fáa í mesta lagi 70.000 krónur aftur, um bilurin kostar 350.000 krónur við meirvirðisgjaldi.

Tey, sum byggja ella umbyggja hús at leiga út, kunnu fáa meirvirðisgjaldið aftur, um tey brúka meira enn 200.000 krónur uttan meirvirðisgjald til byggingina. 

Treytin er, at minst tveir leigubústaðir verða gjørdir, og í minsta lagi ein til fólk í koyristóli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851