Heiðrún Teitsdóttir

 
14-01-2021
biitGrein
P1
Stjal stílin
Heiðrún Teitsdóttir
Pink, futuristiskt og hipstarasligt. Soleiðis lýsir Heiðrún sín egna stíl.
Annika Dalsgaard

Heiðrún Teitsdóttir er 18 ára gomul, ættað úr Kirkjubø, og býr í Tórshavn.

Fyri trimum árum síðani flutti Heiðrún til Føroya úr Norra. Síðani hevur hon broytt seg nógv, samstundis sum hon hevur funnið út av, at hennara klædnastílur ikki er nakað, man ofta sær her í Føroyum. 

- Eg havi lagt merki til fleiri ymsar reaktiónir. Til dømis gomul fólk, sum halda mín stíl verða løgnan. Men eisini reaktiónir frá ungum fólki, ið dáma mín stíl og fáa íblástur frá honum.

 

Hvussu vildi tú lýst tín klædnastíl við 3 orðum? 

PINK, futuristiskur og hipstarasligur.

 

Hvar finnur tú íblástur?

Eg fái íblástur frá øllum rundan um meg. Til dømis smáum mynstrum frá blómum ella vøkru fjøllunum við so nógvum ymsum detaljum. Sjálvandi fái eg eisini íblástur frá fólki - bæði úti í verðini og her heima. So eg havi ikki eina ávísa keldu til íblástur, men ein heilan heim av íblástri!

 

Hvar dámar tær best at keypa klæðir? 

Eg keypi oftast klæðir, tá eg eri uttanlands, tí har er størri úrval. Eg keypi eisini ofta í endurnýtsluhandlum. 

 

Hvat er títt yndisplagg?

Tað er sera ringt at velja, tí eg elski øll míni klæðir so nógv. Men um eg skal velja eitt, so er tað mín vakri guli kjóli, ið ger, at eg líkist eitt sindur einari hippie mammu frá hálvfjerðsunum.

Hendan havi eg arvað frá familjuni hjá mær í Norra, hann er úr roykkvartsi..

 

Hvat eru trý ting, sum tú altíð hevur í lummunum/taskuni?

Okkurt slag av te (oftast yogi-te), Vaseline og eina lítla rullufløsku av luktilsi.

 

Hvørji eru tíni ráð til onnur, sum ynskja sín egna stíl? 

Man má bara royna ymiskt. Far í klæðir, sum gera teg glaða/n og legg ikki í, hvat onnur halda. Óansæð hvat man fer í, so verða tað altíð fólk, sum ikki halda tað vera so feitt. Tá má man bara vera ein sjálvur og ikki fylgja restini av seyðafylginum, bara tí.

#f1e448
Annika Dalsgaard
Rebekka arbeiður í eini vøggustovu, dámar væl at matgera og at drekka kaffi saman við vinkonunum. Eisini gongur hon høgt upp í sín klædnastíl.
13-03-2021
Grein
P3
Annika Dalsgaard
Skúlalív, biltúrar og vinfólk. Fríði hevur mong ymisk áhugamál, men høgt á listanum liggur mótin.
08-02-2021
Grein
P2