Býráðið í Vági skipar seg í dag

Býráðið í Vági skipar seg í dag
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava skipað meiriluta, og Bjarni Johansen verður borgarstjóri
Bjarni Johansen verður nýggjur borgarstjóri í Vági
 
21.12.2020 - 08:54

Seinnapartin í dag fer nývalda býráðið í Vági at skipa seg.

Millum annað borgarstjóri og varaborgarstjóri skulu veljast, og fólk skulu veljast í nevndirnar.

Dennis Holm, sum fekk nógv flestar atkvøður, 165, á valinum 10.november, er borgarstjóri. Men eftir nýggjár verður hann í minnilutanum í býráðnum.

Bjarni Johansen borgarstjóri

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava skipað meiriluta, og Bjarni Johansen verður borgarstjóri.

Samstarvið millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi heldur uppat. Dennis Holm hevur verið borgarstjóri í Vági í átta ár.

Dennis Holm, sum er samfelagsfrøðingur, hevur farloyvi frá Fróðskaparsetrinum og fer aftur í starv har 1. februar næsta ár. 

Býráðsfundurin í Vági er kl. 17 í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819