Karl Johansen skal hava avloysara

18.12.2020 - 08:44
AktueltSamfelag
Karl Johansen skal hava avloysara
Søkt verður eftir nýggjum sýslumanni til Norðoya- og Eysturoyar sýslu
Karl Johansen fer úr starvinum sum sýslumaður, nú hann verður borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
 

Nú verður søkt eftir nýggjum sýslumanni til Norðoya- og Eysturoyar sýslu, tí Karl Johansen fer úr starvinum. Á nýggjárinum tekur hann við sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað at standa fyri náttúrufriðingarmálum, borgarligum vígslum, skráseting av hagastýrum og at skipa grindarakstur.

Starvið er áramálssett í trý ár, og fregnartænastan hjá donsku løgregluni skal trygdargóðkenna tann, sum søkir, skrivar Føroya Politi á facebook.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mai
Góðan morgun Føroyar 14.05.2021
124217
Hósdag 13. mai
RagnarRokk 13.mai 2021
124075
Hósdag 13. mai
RagnarRokk: Tracii Guns um Sunbomb
124072
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
124199
Mánadag 10. mai
3-2
124088
Sunnudag 9. mai
Andakt við Øyvindi Bjerkenes
124018
Sunnudag 9. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
124011