- Eg visti ongantíð, nær eg var nóg góð

 
14-01-2021
biitGrein
P1
Stríðið, sum ikki sæst
- Eg visti ongantíð, nær eg var nóg góð
- Eg sá bara eina stóra og tjúkka gentu, sum mátti revsast fyri at havi etið ov nógv.
Óluva Nolsøe Joensen

Orðini eigur 20 ára gamla Erla, sum í dag búleikast í Danmark, har hon gongur á fyrsta ári á HF. At flyta til Danmarkar var í mong ár bara ein veruleikafjarur dreymur. Dreymurin kom tó eitt fet nærri veruleikanum, tá hon fyri einum ári síðan bleiv innløgd á psykiatriska depilin í Føroyum.

 

- Eg vildi ikki innleggjast, men eg gjørdi tað fyri frið skyld. Eg føldi, at eg hevði tamarhald á støðuni - ella í øllum førum á, hvussu nógv eg vigaði, og hvussu eg áhaldandi kundi fáa talið á vektini at lækka, greiðir Erla erliga frá. Hetta, at vektin bara gekk tann eina vegin, bleiv ein átrokandi drívmegi fyri Erlu. 

 

 - Eg át eina máltíð um dagin – døgurðan saman við familjuni. Tó var mongdin av døgurðanum lítil. Eg tók breyðflísar við mær, tá eg fór heimanífrá og tveitti tær í okkurt ruskílat á veg oman til bussin, soleiðis at mamma ikki legði merki til, at breyðkassin í køkinum ikki tømdist. Tí smurdi eg mær eisini altíð matpakka, sum eg hevði við í skúla, hóast eg ongantíð át hann, sigur Erla. 

 

Hóast Erla áhaldandi gjørdist klænari og lættari, føldi hon aldrin, at hetta var ein trupulleiki. Fremmand fólk byrjaðu at viðmerkja og seta spurningar til hennara útsjónd, og Erla minnist enn ta fyrstu hendingina væl. 

 

- Tað var eina ferð, tá ein vinkona mammu mína hevði koyrt framvið og sagt, at míni bein sóu út sum pinnar, fortelur Erla. Men Erla minnist ikki aftur á hesa hending sum nakað neiligt. Hinvegin gleddist hon um, at fólk hildu hana vera klæna. 

 

- Tað var tað, eg vildi hava tey at halda, sigur hon og viðgongur, at hennara egni veruleiki tó var ein heilt annar. - Tá eg hugdi í speglið, sá eg ikki klønu beinini. Eg sá bara eina stóra og tjúkka gentu, sum mátti revsast fyri at havi etið ov nógv.


“Eg tók breyðflísar við mær, tá eg fór heimanifrá, og tveitti tær í okkurt ruskílat á veg oman til bussin"

 

Tá Erla var barn, øktist vekt hennara ikki sum hjá hinum javnaldrunum. - Eftir øllum at døma var eingin serlig orsøk til, hví eg var so kløn. Mær feilti einki. Eg var bara í lættara lagi, minnist Erla og greiðir frá, at fólk stundum spurdu hana, hví hon var so kløn, og um hon ikki hevði brúk fyri at eta meira.

 

- Hesir spurningar vóru ein natúrligur partur av mínum gerandisdegi, men eg minnist, at eg gjørdist ørg av viðmerkingunum. Eg skilti ikki, hví fólk soleiðis høvdu brúk fyri at bjóða mær mat ella tosa um mín kropp. 

 

Tá Erla gjørdist tannáringur - og eftir at hon byrjaði at taka p-bollar - broyttust hormonini í kroppi hennara. Hetta hevði við sær, at vektin hjá Erlu eisini vaks. - Men mær feilti also einki, staðfestir Erla enn eina ferð. 

 

Tó minnist hon aftur á broyttu spurningarnar og viðmerkingarnar frá fólki, sum brádliga kendust sum hóttandi áminningar um, at hon nú mátti vera varin við matinum. - Hóast eg át vanligt, hildu fólk seg hava rætt til at minna meg á, at eg ikki skuldi eta ov nógv, greiðir hon frá.


“Hon vildi ikki trúgva mær, tá eg segði, at eg vigaði 60 kilo. Hon helt seg verða noydda at skifta battaríini á vektini, tí talið á lítla skíggjanum var so høgt"

 

Tað er serliga ein hending, sum Erla minnist aftur á. Tað var tá omma hennara skifti battaríini í baðivektini, tí hon helt, at okkurt mundi vera galið við vektini, tá Erla fortaldi henni, hvussu nógv hon vigaði. 

 

- Hon vildi ikki trúgva mær, tá eg segði, at eg vigaði 60 kilo. Hon helt seg verða noydda at skifta battaríni á vektini, tí talið á lítla skíggjanum var so høgt. Eg var 176 sentimetrar høg og vigaði 60 kilo! Í veruleikanum var eg í lættari lagi, og í dag dugi eg væl at síggja, at tað ikki var mær, tað var galið við, men viðmerkingunum frá umheiminum, staðfestir Erla ørg og greiðir víðari frá, hvussu hon ongantíð visti, nær hon var nóg góð, tí líkamikið hvat hon vigaði, ella hvussu hon sá út, fekk hon viðmerkingar frá fólki hesum viðvíkjandi. 

 

Uttan at vita tað við vissu, hugsar Erla, at alt hetta uppmerksemi um hennara kropp komst av, at hon sum barn var sera kløn. Hetta uppmerksemi og hendingar, sum tær lýstar omanfyri, festu røtur í henni, og tað hevði eisini við sær, at Erla fekk eina neiliga fatan av egnum kroppi og egnari útsjónd. 

 

Tó viðgongur hon, at hetta helst ikki vóru einastu orsøkirnar til, at hon seinni fekk sálarligar avbjóðingar. Tað vóru eisini aðrar umstøður og hendingar í barnaárum hennara, sum gjørdu tankameldurin hjá Erlu ov tungan. Tað var hesin tankameldur, sum spakuliga menti seg til tunglyndi. 

 

Hugleiðandi og rørd greiðir Erla frá sváru barnaárunum. - Eg hevði tað trupult sum barn. Eg varð noydd at blíva vaksin rættiliga skjótt, og eg fekk tíðliga í lívinum ábyrgd. Eg eri barn hjá fráskildum foreldrum, og eg havi altíð ferðast nógv millum tvey heim. 


“Eg kom ongantíð so langt sum til at taka lívið av mær sjálvari, men eg hevði lagt eina æltan, og eg visti akkurát, hvussu tað skuldi gerast"

 

Lívið hjá Erlu var ógvuliga merkt av umstøðunum heima við hús, og við tankameldri og tunglyndi fekk Erla eisini angist og neiligar tankar um lívið. 

 

- Eg fekk fyrstu ferð heilivág fyri tunglyndi, eftir at eg eina ferð var einsamøll heima í eina viku. Mamma mín og yngru systkini vóru burturstødd. Eg kom ongantíð so langt sum til at taka lívið av mær sjálvari, men eg hevði lagt eina ætlan, og eg visti akkurát, hvussu tað skuldi gerast. Detaljurnar vóru fyrireikaðar út í æsir, fortelur Erla, meðan eyguni fyllast við tárum. - Eg orkaði ikki lívið meira, og tað legði ein vinkona eisini merki til. Eg sendi henni eini sms-boð, og hon kom eftir mær - og minnist meg rætt, kom mamma heim við fyrsta flogfari dagin eftir.


“Tað var tá, mítt anorexia av álvara byrjaði. Heilivágurin, myrku tankarnir og manglandi hugurin til lívið førdu meg út á heilt skeivu kós"

 

Hóast Erla mutaði ímóti, noyddi mamman hana til læknan. Erla vildi tó treyðugt taka heilivágin, hon fekk frá læknanum, tí hon var bangin fyri, at matarlysturin, sum hon annars ikki hevði, fór at koma aftur, og at hon soleiðis fór at missa tamarhaldið á sínum matvanum, vekt og spegilsmynd. 

 

Javnvágin millum at taka heilivág og hava tamarhald á vektini, gjørdu matvanarnar hjá Erlu enn ósunnari. - Tað var tá, mítt anorexia av álvara byrjaði. Heilivágurin, myrku tankarnir og manglandi hugurin til lívið førdu meg út á heilt skeivu kós. Eg føldi, at eg mátti vinna mær tamarhald á onkrum. Maturin bleiv tí ein útvegur fyri meg. Tá eg hugsaði um, hvat eg át og um, hvussu nógv eg skuldi venja, fekk eg flutt fokus yvir á okkurt annað enn truplu tankarnar um lívið, viðgongur Erla.

 

Erla legði gerandisdagin gjølla til rættis soleiðis, at hon ikki át ov nógv. Í veruleikanum snúði tað seg ikki um, maturin var sunnur ella ósunnur, men um at hava tamarhald á onkrum, tá alt annað tyktist tungt og ógreitt. 

 

Hvønn morgun og hvørt kvøld stóð Erla á vektini í baðirúminum, men eisini hetta vant upp á seg, og Erla fann seg sjálva á vektini eftir hvørja máltíð. - Eg fekk yvirlit; eg sá, hvussu grammini fluttu seg, og eg bleiv bitin av tí. Eg kravdi av mær sjálvari, at talið skuldi lækka, og um tað ikki lækkaði, varð eg noydd at venja ein tíma eyka, greiðr Erla frá.


“Tað var ikki nakað, eg tosaði um, tí eg helt ikki, at hetta var nakað at tosa um. Eg helt veruliga ikki, at eg hevði ein trupulleika"

 

Truplu og døpru tankarnir tyngdu gerandisdagin hjá Erlu so mikið nógv, at orkan til skúlan og sosiala samveru minkaði. Tíðin fór í staðin við venjing og tonkum um, hvussu hon kundi sníkja seg undan matinum.

- Tað var ikki nakað, eg tosaði um, tí eg helt ikki, at hetta var nakað at tosa um. Eg helt veruliga ikki, at eg hevði ein trupulleika, so hví skuldi eg seta orð á tað? Eg var ikki tilvitað um, at eg bardist við anorexia, minnist Erla. 

 

Mamma Erlu byrjaði tó at varnast, at dótturin ikki hevði tað gott. Mamman hevði eisini borið eyga við, at baðivektin altíð stóð frammi. Hetta fekk mammuna at undrast á, um alt nú ruggaði rætt. - Mamma tók í meg. Hon bleiv strong. Hon fylgdi við, nær eg át, og hvat eg át. Hon sat uppi yvir mær, tá eg skuldi eta. Men eg var í skúla helvtina av degnum, og tá fór maturin í ruskílatið. So mamma sá ikki allan veruleikan. Tó sá hon, at eg ikki fekk tað betri. Hon sá eisini, hvussu kløn eg var blivin, og at enda noyddi hon meg aftur til læknan, hóast eg ikki vildi. 


“Eg kastaði matin út gjøgnum vindeygað"

 

Læknin og mamman hjá Erlu tóku avgerð um, at Erla skuldi innleggjast fyri at fáa hjálp við sínum etingarólagi. - Tað var løgið. Brádliga var eg ikki “frí” longur. Tað føldist, sum var eg í einum fongsli, tí nú slapp eg  ikki longur at stýra mínum lívi sjálv.  

 

Á deplinum byrjaði Erla í viðtalu hjá sálarfrøðingi, og hon fekk eisini vegleiðing frá einum kostráðgeva. Men Erla vildi enn ikki eta saman við øðrum fólkum, og tí fekk hon loyvi til at sita einsamøll og eta. 

 

Ta fyrstu tíðina stríddist Erla ímóti mannagongdunum á deildini og móti ta hjálp, sum stóð henni í boði. - Eg kastaði matin út gjøgnum vindeygað, minnist Erla aftur á og heldur fram. - Bæði starvsfólkini á deplinum og mamma løgdu skjótt merki til tað. Tað var ein lítil gøta uttanfyri kamarsvindeygað hjá mær, har nógv fólk gingu allan dagin, so tey sóu matin uttanfyri. Sós var eisini á vindeyganum, so tað var týðiligt, at tað var eg, sum átti matin í túninum. Starvsfólkini vóru ikki óð, men tey prátaðu sjálvsagt við meg um hetta. Eg minnist bara, at tey søgdu, at tað bar ikki til, og framyvir skuldi ein sjúkrasystir sita saman við mær, tá eg skuldi eta. 

 

Spakuliga byrjaði Erla at eta meir. - Eg fekk matarætlan, so eg visti, hvat eg át. Eg minnist, hvussu løgið eg helt tað vera. Kroppurin og eg sjálv vóru ikki von við at eta so nógv. Í byrjanini var tað torført, men sjúkrasystrarnar vóru so dugnaligar. Tað vóru ikki altíð tær somu sjúkrasystrarnar. Eg saknaði onkuntíð, at tað altíð var tann sama, tí eg ynskti at føla meira tryggleika. Samstundis visti eg, at eg ikki kundi krevja tað, tí øll á deildini arbeiða jú í skiftandi vaktum. Men høvdu tær ikki sitið uppi yvir mær, tá eg skuldi eta, hevði eg ikki fingið bitan niður um, greiðir Erla frá og leggur afturat, at sjúkrasystrarnar eisini høvdu sín egna mat við, sum tær so ótu saman við henni. 

 

Hetta gjørdi eisini hugburðin hjá Erlu til mat eitt vet lættari. - Vit høvdu vanligar samrøður, ið eisini snúðu seg um alt annað enn mítt etingarólag, og við tíðini lærdi eg, at maturin bara skuldi etast sum tað natúrliga, hann er. Tað var sjálvandi strævið, men tey lítlu stigini hjálptu mær. Eg fekk tað betri, tí eg tók smá stig. Hartil gekk eg hjá fysioterapeuti, sum gjørdi meg tilvitaða um mín kropp. Eg slapp at mála og venja eitt sindur, og eg merkti, at tey góvu mær eitt sindur av frælsi til at gera tað, eg hevði hug til. Eg fann útav, at um eg skuldi hava orku til tað, sum eg veruliga tímdi at gera, so varð eg noydd at eta, tí matur er jú brennievni fyri kroppin, sigur Erla smílandi. 


“Eg misti ikki vinir. Í staðin sá eg, hvørjir mínir veruligir vinir vóru"

 

- Eg varð noydd at gevast í skúlanum, og tað var eg kedd um. Skúlin hevði stóran týdning fyri meg, tí eg vildi vísa familjuni og umheiminum, at eg var nóg góð, og at eg megnaði at fáa eina útbúgving. Eg vildi ikki enda aftanfyri øll hini. Eg havi altíð havt ein dreym um at fáa eina útbúgving. Eg helt tað eisini vera skomm at gevast í skúlanum, tí øll ganga jú í skúla, sigur Erla og minnist, at hon var bangin um at missa vinfólk, tí umdømi hennara nú bleiv tað, at hon var sálarliga sjúk. 

 

- Men eg misti ikki vinir. Í staðin sá eg, hvørjir mínir veruligir vinir vóru. Summi vitjaðu meg og hildu sambandið, meðan onnur ikki gjørdu. Tað føldist sum teir vinirnir, sum vendu mær bakið, dømdu meg orsakað av mínari sjúku, sigur Erla og greiðir frá, at tað kendist sum allar Føroyar vistu, hvat hon stríddist við.

 

Henda tankagond broyttist tó munandi, tá Erla fekk bjóðað starv í Danmark. - Hetta bleiv mín drívmegi til at gerast frísk. Í Danmark kundi eg byrja av nýggjum. Eg byrjaði veruliga at arbeiða við mínum trupulleikum. Eg gjørdi tað, sum varð kravt av mær á deplinum, og maturin bleiv ein nátúrligari partur av mínum gerandisdegi. Við hjálp frá kostráðgeva, fysioterapeuti og sjúkrasystrum fekk eg mót uppá lívið aftur. Eg minnist serliga væl tann eina tíman saman við mínum fysioterapeuti, tá hann bað meg leggja eitt band á gólvið, sum skuldi avmynda, hvussu breiða eg helt mína miðju vera. Eg gjørdi, sum hann segði, og tá eg var liðug, bað hann meg taka bandið upp aftur av gólvinum og leggja tað um miðjuna.

 

- Tá legði eg veruliga merki til, at mín fatan ikki var veruleiki. Eg minnist, at eg var skelkað, og at eg ta náttina lá og hugsaði leingi um hendingina. Í dag minnist eg aftur á slíkar løtur við einum smíli, tí tað vóru hesar smáu løturnar, sum fingu meg at broyta hugsanarhátt, sigur Erla glað. Eg føli, at eg havi vunnið mær tamarhald á sjúkuni. Sjálvandi eru enn dagar, har eg veruliga havi hug at blaka matin í ruskílatið, men eg havi lært, hvussu eg skal hugsa, og hvat eg skal gera, tá ið eg føli nógv til mítt etingarólag.


“Sjálvandi eru enn dagar, har eg veruliga havi hug at blaka matin í ruskílatið"

 

- Sjúkan fer altíð at fylgja mær, men tað er munur á at lata sjúkuna stýra tínum lívi, og at tú stýrir tínari sjúku. Eg havi kempað nógv, og eg kempi enn, staðfestir Erla, sum millum annað ikki hevur keypt sær eina baðivekt, tí, sum hon sjálv orðar tað, so veit hon, hvørjum tað endar við. Hóast hon at byrja við stríddist ímóti, so er Erla í dag takksom fyri alla ta hjálp og stuðul, hon hevur fingið. 

 

Í dag býr hon í Danmark, og tað gleðist hon um. - Her í Danmark kann eg sjálv avgera, hvør veit hvat. Tað er fantastiskt, og tað ger tað lættari fyri meg at temja mína fortíð, samstundis sum eg kann skapa mær eitt nýtt lív. Eg royni at eta heilsugott og góðtaka, at mítt etingarólag altíð kemur at fylgja mær. Men mín sjúka skal ikki sleppa at vinna á mær aftur, staðfestir Erla og smílist. 


“Eg havi kempað nógv, og eg kempi enn"

 

Erla er dulnevni. Høvundurin av greinini kennir navnið á kelduni

 

 

 

#438ba8
Óluva Nolsøe Joensen
Eitt stutt prát við sálarfrøðing um sálarheilsuna hjá ungum í dag.
04-02-2021
Grein
P4
Óluva Nolsøe Joensen
Alt tað, sum Julia minnist, hevur pápi hennara drukkið illa.
28-01-2021
Grein
P3
Óluva Nolsøe Joensen
Drós fekk angist í 8. flokki, og so spakuliga broyttist tann annars so vanligi gerandisdagurin hjá Drós.
21-01-2021
Grein
P2