Útlendingar skulu ikki kunna keypa í sama mun

bannari
Útlendingar skulu ikki kunna keypa í sama mun
Tað skal ikki vera gjørligt hjá útlendingum at keypa nógva jørð og fastogn í Føroyum, fyri síðan at lata tey standa óvirkin og órøkt
 
10.12.2020 - 05:55

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til ein §52a fyrispurning, sum Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett. 

Tingmaðurin spurdi, um løgmaður ætlar at seta í verk forðingar, at loyva útlendingum at keypa fastogn í Føroyum. 

Í svarinum verður upplýst, at løgmansskrivstovan arbeiðir við málinum, men at ávís ivamál eru. 

Lógaruppskotið sent til ummælis fyrst í 2021

Eg haldi, at endamálið við at áseta reglur á hesum økinum eigur at vera, at vit onkursvegna tryggja okkum, at tey, sum eiga fastogn í Føroyum, hava tilknýti til Føroyar.

– Eisini er neyðugt at byrgja uppfyri, at útlendingar ikki eiga alt ov nógvar fastognir í ávísum økjum í landinum. Hinvegin mugu vit heldur ikki seta óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum, svarar løgmaður.

Løgmaður væntar, at lógaruppskotið er klárt at senda til ummælis fyrst í komandi ári.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887