Veðurlagskreppan álvarsligari enn koronufarsóttin

Veðurlagskreppan álvarsligari enn koronufarsóttin
Altjóða Reyðikrossur sigur, at neyðugt verður at brúka 350 milliardir krónur fyri at laga seg til avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum
Seinastu 20 árini eru skrásettar 7.300 náttúruvanlukkur, 3.100 fleiri enn frá 1980 ril 1999, stendur í frágreiðingini frá altjóða Reyðakrossi
 
30.11.2020 - 09:18

Koronufarsóttin hevur víst, at heimurin, gerst tað neyðugt, skjótt kann gera broytingar, sigur altjóða hjálparfelagsskapurin, Reyðikrossur.

Hjálparfelagsskapurin spyr, hvar sami vilji er í sambandi við verðurlagskreppuna.

COVID-19 hevur víst, at mannaættin dugir at síggja og handfara eina alheimskreppu, sigur altjóða Reyðikrossur í árligu frágreiðing síni, World Disaster Report.

Tá funnu tey neyðuga peningin, hóast hann frammanundan ikki tyktist verða tøkur, og skjót og góð tiltøk vórðu sett í verk í sambandi við kreppuna, stendur í frágreiðingini.

350 milliardir krónur

Frágreiðingin staðfestir, at heimurin noyðist at rinda 350 milliardir krónur fyri at tillaga seg og avmarka neiligu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum.

Higartil hevur koronufarsóttin kostað heiminum umleið 200 ferðir hesa upphædd, sigur frágreiðingin. 

Ársfrágreiðingin hjá altjóða Reyðakrossi leggur dent á, at hóast koronukreppan fær stóran ans í heiminum í ár, hevur veðurlagskreppan ikki minni týdning.

Meðan farsóttin hevur gingið, eru í minsta lagi 50 millónir fólk rakt av veðurlagskreppu. Í fjør var hetta talið nærum 100 milliónir, og tað er í sambandi við turk, ógvusligar stormar, vatnflóðir, skógareldar, hitabylgjur og skriðulop.

Vit kunnu hugsa nógv um farsóttina, men tað hevur ongantíð havt størri skund at gera nakað enn nú, staðfestir frágreiðingin.

Fleiri náttúruvanlukkur

Talið av náttúruvanlukkum er vaksið munandi, sambært ST-stovninum, UNDRR, sum arbeiðir fyri at minka um kreppur. 

Í frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í oktober, sigur UNDRR, at seinastu 20 árini eru skrásettar 7.300 nátturuvanlukkur. Hetta er 3.100 fleiri enn árini 1980 til 1999.

Hetta vísir greitt, at í heiminum, har hitin í 2019 var 1,1 stig hægri enn í ídnaðarølini, verða avleiðingarnar framvegis oftari ógvusliga ódnir, staðfestir kanning hjá UNDRR. 

Frágreiðingin hevur eisini nøkur greið tilmæli. 

Burðardygg tøkni

Serliga skulu størri íløgur gerast í burðardyggja tøkni, sum ger, at samfeløgini í longdini kunnu tillaga seg til veðurlagsbroytingarnar.

Eisini skal heimssamfelagið gera meira fyri at verja fátækastu og viðkvæmastu bólkarnar, sum oftast eru meinast raktir av náttúruvanlukkum.

Veðurlagskreppan er størri avbjóðing fyri mannaættina enn koronufarsóttin. Tað er kreppa, sum rætt og slætt hóttir okkara møguleika fyri í longdini at hóra undan, er niðurstøðan í frágreiðingini frá altjóða Reyðakrossi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010