Týskland bannar plastposar í 2022

Týskland bannar plastposar í 2022
Plastposin er tekin um oyðsl við náttúrutilfeinginum, sigur ráðharrin í umhvørvismálum
 
27.11.2020 - 14:44

Týska samveldistingið samtykti í gjár at banna plastposar. Bannið fevnir um sølu og útbreiðslu av einnýtisposum úr plasti í týskum handlum, og tað kemur í gildi 1. januar 2022.

Týski umhvørvismálaráðharrin, Svenja Schulze, sigur, at plastposin er tekin um oyðsl við náttúrutilfeinginum. Hon mælir fólki til at brúka toy-posar. 

Bannið fevnir tó ikki um lítlu tunnu plastposarnar, sum ofta síggjast í grønmetis- og blómudeildini í handlum. Andstøðan í týska samveldistinginum heldur lítið um bannið. 

Tinglimir: Órættvíst móti marknaðinum

Tinglimir fyri Grøna flokkin og flokkurin á vinstravonginum, Die Linke, siga, at hetta er óbrúkiligur fjøður í hattin hjá stjórnini.

Bettina Hoffmann, talskvinna í Grøna flokkinum í burðardygd og umhvørvismálum, sigur, at hetta er bara ein dropi í havinum.

Tinglimir í flokkunum í andstøðuni á høgravonginum, AFD og FDP, atkvøddu eisini ímóti banninum og søgdu, at tað er órættvíst tiltak móti marknaðinum tí tað er eingin veruligur bati fyri umhvørvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012