Skattaprosentið í Runavíkar kommunu lækkar

Skattaprosentið í Runavíkar kommunu lækkar
Kommunuskattaprosentið í kommununi fer í næsta ár úr 21,75 niður í 21,50
 
27.11.2020 - 08:49

Barnafrádrátturin verður framvegis 8.000 krónur. Fíggjarætlanin hjá Runavíkar kommunu fyri 2021 javnvigar við 236 milliónum krónum.

Raksturin næsta ár fer at kosta 167,7 milliónir krónur, 3,9 prosent meira enn í ár. Íløgur skulu gerast fyri 56,5 milliónir krónur

Spjaldrið, sum er ætlað ungum at brúka til frítíðarvirksemi, hækkar úr 2.000 krónum upp í 2.500 krónur.

Broytingar eru eisini í barnaansingini

Nú skal gjaldast fult gjald fyri fyrsta barnið, annað barnið fer niður í hálvt gjald og einki verður goldið fyri triðja barnið. 

1,3 milliónir krónur eru settar av til seinastu sneiðingina av fyrireikingini til ætlaðu svimjihøllina í Runavík, so hon kann bjóðast út á vári 2021.

Eingin lántøka verður næsta ár. Men skuldin hjá kommununi verður ætlandi niðurgoldin 6,8 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819