Nógvar avbjóðingar at ala tvískeljar

Nógvar avbjóðingar at ala tvískeljar
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur svarað einum fyrispurningi um havbit hjá laksi og møguleikarnar at ala skeljar
Krøvini at ala tvískeljar eru so strong, at ivasamt er, um tað loysir seg fara undir slíka aling, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann
 
26.11.2020 - 15:23

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, ætlar at seta eina serfrøðingabólk at gera eina frágreiðing um møguleikarnar fyri havbiti hjá laksi.

Heilsufrøðiliga starvsstovan, Fiskaaling og Umhvørvisstovan skulu manna bólkin, og frágreiðingin kann eisini fevna um skeljaaling í Føroyum.

Tað sigur landsstýrismaðurin í svari til partamannin í Sambandsflokkinum, Johan Dal, sum hevur spurt um málið. 

Helgi Abrahamsen sigur, at tað eru avbjóðingar at sleppa nógv laksasmolt út í náttúruna, við tí endamáli at fiska laksin aftur. Spurningurin er, um tað yvirhøvur loysir seg búskaparliga, og avbjóðingar eru eisini, tá ið ræður um náttúruvernd og lívfrøðiligt margfeldi. 

Tvískeljar eisini ein avbjóðing

Tá alilógin varð broytt, varð latið upp fyri møguleikanum, at sjálvstøðugt loyvi kann latast til at ala tvískeljar á føroyskum firðum. Í fyrstu syftu varð latið upp fyri at bjóða aliloyvi til skeljar út á Gøtuvík, Funningsfirði, Skálafjørðinum og Kaldbaksfirði. Enn er tó einki aliloyvi til tvískeljar lýst leyst.

Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at tvískeljar eru at rokna sum matvøra í serligum vandabólki, tí tær fáa føði við at síla mat úr umhvørvinum. Tað hevur við sær, at kemisk og mikrobiologisk dálking kann hópa seg í tvískeljum, sum kunnu vera vandamiklar at eta.

Skulu tvískeljar seljast og flytast út, er neyðugt við grundleggjandi kanningum av aliøkjunum yvir eitt áramál. Tann fyrsta kanningin kostar umleið 300.000 kr., og síðani kostar ein slík kanning 100.000 kr. sætta hvørt ár.

Torført at bera seg

Helgi Abrahamsen sigur, at tað er torført at ímynda sær, at t.d. ein nýggjur kræklingaalari kann fáa virksemi at bera seg, um alarin sjálvur skal gjalda 300.000 kr. fyri at fáa aliøkið góðkent, umframt at gjalda tíggjutals túsund krónur fyri aðrar kanningar.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlar tí í fyrsta umfari at viðgera spurningin við Fiskaaling um at gera grundleggjandi kanning av einum møguligum skeljaøki, sigur hann í svarinum til Johan Dahl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851