Matstovulógin ikki brúkast til at tálma spjaðing

bannari
Matstovulógin ikki brúkast til at tálma spjaðing
Vinnunevndin hjá løgtinginum heldur ikki, at tað er rætt at brúka matstovulógina til at forða fyri smittuspjaðing
 
24.11.2020 - 06:02

Vinnunevndin hjá løgtinginum vil vita, um landsstýrið kemur við onkrum lógarupskoti um smittufyribyrging, áðrenn nevndin skrivar álit um uppskotið um heimildina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at avmarka upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkingarstøðum fyri at forða fyri smittuspjaðing.

Tí hevur nevndin sent boð eftir landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, á nevndarfundin í dag.

Vinnunevndin heldur ikki, at tað er rætt at brúka matstovulógina til at forða fyri smittuspjaðing. Og smittufyribyrging er málsøki hjá Heilsumálaráðnum, ikki hjá Vinnumálaráðnum.

Nevndin hevur bíðað eftir landsstýrinum

Vinnunevndin hevur havt uppskotið um heimildina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum í meira enn tveir mánaðir nú, síðani 22. september.

Nevndin hevur bíðað eftir landsstýrinum, um tað fór at koma við onkrum um smittufyribyrging, sigur Bjørt Samuelsen, sum er forkvinna í Vinnunevndini.

Vinnunevndin fer at viðgera málið aftur í dag, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, kemur á fundin eftir døgurða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585