Nógvur smáur svartkjaftur uppi í veiðuni

Nógvur smáur svartkjaftur uppi í veiðuni
80 prosent av veiðuni var svartkjaftur, sum var undir minstamát. Nú eru tvær leiðir stongdar
Fiskiveiðieftirlitið hevur stongt tvær leiðir eystanfyri til fyrst í desember, tí skip fingu ov nógvan smáan svartkjaft
 
23.11.2020 - 13:25

Fiskiveiðieftirlitið hevur stongt tvær leiðir eystanfyri, tí ov nógv av smáum svartkjafti var í veiðuni.

Onnur leiðin er stongd til 1. desember og hin leiðin til 2. desember.

Á Fiskiveiðieftirlitinum verður upplýst, at skipini boðaðu frá, at tey fingu nógvan svartkjaft, sum var minni enn minstamarkið, ið er 23 sentimetrar.

Er meira enn helvtin av veiðuni undir minstamát, skulu tey boða frá. Í hesum førinum var talan um smáan svartkjaft. 

Skipini fingu hál uppá eini 300 tons, og tað vísti seg, at upp í 80 prosent av veiðuni var svartkjaftur sum var minni enn 23 sentimetrar.

Tí gjørdi Fiskiveiðieftirlitið av at steingja leiðirnar til ávikavist 1. og 2. desember.

Á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum sæst, hvørjar leiðir eru stongdar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585