Koppseting: Merkel stúrir fyri fátæku londunum

Koppseting: Merkel stúrir fyri fátæku londunum
Týski samveldiskanslarin heldur, at tað gongur ov seint hjá ríku londunum at hjálpa teimum fátæku, so tey eisini verða koppsett fyri koronu
Angela Merkel, samveldiskanslari, vil hava ríku londini at hjálpa teimum fátæku londunum, so tey eisini fáa ágóðan av koppsetingini
 
23.11.2020 - 08:55

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, væntar ikki, at fólk í heimsins fátæku londum fáa ágóðan av koronukoppsetingini, tá hon kemur, skrivar BBC News.

Tað var á einum toppfundi hjá G20-londunum um vikuskiftið, at Angela Merkel segði seg stúra fyri gongdini í fætøku londunum, tá koppingarevnið kemur á marknaðin.

Merkel heldur, tað gongur ov seint hjá teimum ríkastu londunum at semjast um at hjálpa teimum fátæku, so fólkini í hesum londunum eisini konnu koppsetast.

- Eg stúri fyri, at einki higartil er gjørt til tess at tryggja fólkunum í fátæku londunum koppsetingina, segði Angela Merkel  á G20-toppfundinum.

GAVI upp í málið

Hon heitir á tey ríku londini um at fara til samráðingarborðið hjá GAVI, sum er altjóða felagsskapurin, ið skal tryggja fátækum londum atgongd til heilivág.

Orðini hjá Angelu Merkel koma eftir, at heilsumyndugleikarnir í USA hava sagt, at tey fyrstu fólkini har í landinum verða koppsett fyri COVID-19 tann 11. desember.

Tey ríku londini lovaðu á G20-toppfundinum at stuðla teimum fátøku londunum, sum eru meint rakt fíggjarliga av koronukreppuni, men einki ítøkiligt varð sagt um, hvussu hjálpin skal veitast.

Higartil hava næstan 59 milliónir fólk í heiminum fingið staðfest COVID-19, og talið á deyðum nærkast 1,4 milliónum fólkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585