Sjóvar kommuna: Fínteljingin broytti einki

bannari
Sjóvar kommuna: Fínteljingin broytti einki
Valstýrið fyri Sjóvar kommunu hevur fíntalt atkvøðurnar frá kommunuvalinum.
 
14.11.2020 - 10:12

Úrslitið varð, at eingin broyting er í kunngjørda valúrslitinum.

Týskvøldið var úrslitið, at Listi A fekk fimm fólk vald, og Listi B fekk tvey fólk vald.

Men bara ein atkvøða kundi gera mun, so Listi A fekk seks umboð, og Listi B misti annað av sínum umboðum.

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu fekk mikudagin áheitan frá fólki um at fíntelja atkvøðurnar enn einaferð.

Men fínteljingin broytti einki.

Sjey menn fara at sita í bygdaráðnum í Sjóvar kommunu komandi fýra árini.

Teir eru Artur Johansen, Andras Róin, Rogvi Reinert Djurhuus, Jóannes Markná, Steingrímur Jacobsen, Súni F. Olsen og Hans Anders Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585