Nýggj krabbameinsætlan 1. mai

Nýggj krabbameinsætlan 1. mai
Eingin krabbameinssjúklingur skal bíða í meira enn 30 dagar eftir útgreining og viðgerð
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sett arbeiðsbólk at orða nýggja krabbameinsætlan
 
13.11.2020 - 14:57

Í seinasta lagi 1. mai næsta ár skal ein nýggj krabbameinsætlan fyri Føroyar vera liðug.

Tað hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, gjørt av, og í tí sambandi hevur hann sett ein arbeiðsbólk at orða nýggju krabbameinsætlanina og ein bólk at fylgja við arbeiðnum.

Í nýggju ætlanini fer eisini at standa, at eingin krabbameinssjúklingur skal bíða í meira enn 30 dagar eftir útgreining og viðgerð.

Býtt i tveir partar

Arbeiðið við nýggju krabbameinsætlanini er býtt í tveir partar. Tann fyrri er ein eftirmeting av verandi krabbameinsætlan frá 2009, har hugt verður eftir, hvørji tilmæli enn liggja á láni, og hvussu tey kunnu setast í verk.

Seinni parturin snýr seg um at lýsa verandi støðu við atliti at krabbameinsfyribyrging og sjúklingagongdum hjá føroyskum krabbameinssjúklingum. Metast skal um styrki og veikleika, og arbeiðsbólkurin skal koma við tilmælum um átøk og fyriskipanir at fyribyrgja krabbameini og tryggja bestar møguligar sjúklingagongdir.

Her eru tilmælini

Ítøkiliga skal arbeiðsbólkurin gera tilmæli um:

  • At fyribyrgja, at fólk fáa krabbamein.

  • At staðfesta krabbamein skjótast til ber.

  • At veita skjóta og dygdargóða viðgerð, so fleiri gerast frísk, og betra útlitini fyri at liva longur við sjúkuni.

  • At veita eina góða og samskipaða sjúklingagongd – bæði í føroyska heilsuverkinum og millum føroyska heilsuverkið og viðgerðarstovnar uttanlands, og har tað verður tryggjað, at ongin krabbameinssjúklingur bíðar longur enn 30 dagar eftir útgreining og viðgerð.

  • At veita eina góða endurmenning við tí endamáli, at sjúklingar og avvarðandi verða hjálpt til ein gerandisdag, sum er so innihaldsríkur sum gjørligt, og har tey kunnu virka so sjálvstøðugt sum til ber.

  • At veita so góða palliativa hjálp sum til ber, seinastu tíðina fólk liggja sjúk. Hesin parturin kann verða grundaður á tilmælið um palliasjón, frá 2019.

  • At tryggja góð hagtøl á økinum – herundir nágreinilig og dagførd hagtøl, millum annað um hvussu nógvir tilburðir eru, hvussu nógv gerast frísk, hvussu leingi fólk liva við sjúkuni, og hvat deyðiligheitin er.

  • At lýsa fyrisitingarligar, starvsfólkaligar og fíggjarligar avleiðingar av tilmæltu uppskotunum.

Arbeiðsbólkur og stýrisbólkur

Arbeiðsbólkurin er soleiðis mannaður: Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum (formaður), Petur Joensen, ráðgevi í Heilsumálaráðnum, Kristianna Larsen á Lofti, leiðslufulltrúi í Heilsumálaráðnum, Tordis Kristiansdóttir, yvirlækni og serlækni í onkologi á Landssjúkrahúsinum, Elin Jakobsen, sjúkrarøktarfrøðingur á Onkologisk Ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum, og Bjarni Wardum, kommunulækni.

Og í stýrisbólkinum sita Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum (forkvinna), Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum, og Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.

Harumframt verður ein tilvísingarbólkur eisini settur í næstum, sum millum annað skal gera viðmerkingar til uppskotini, sum arbeiðsbólkurin kemur við. Tilvísingarbólkurin verður mannaður við umboðum fyri avvarðandi fakfólk, stovnum, sjúklingaumboðum v.m., sigur Heilsumálaráðið.

Her eru myndir av arbeiðsbólkinum og stýrisbólkinum, sum skulu gera nýggju krabbameinsætlanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012